Fríggjadagur
7-6-13
Í morgun var dagurin har eg endiliga fór
avstað til Kandersteg, dagurin eg havi bíða eftir í tríggjar mánar nú.
Eg føldi meg slett ikki klára at fara í gjár,
og eg svav í tríggjar tímar í nátt, men eg var super spent í morgun, og tað eri
eg enn.
Eg fór so á flogvøllin, hevði sjálvandi
yvirvekt, men tað hevði eg vænta áðrenn.
Eg hevði 5 tímar í Kastrup, og hevði avgjørt
at fara at vitja beiggja mín sum býr á Amager, eg fór glað eftir bagaguni hjá
mær, ryggsekkurin kom rímiliga skjótt, men kuffertið var onga staðni at síggja,
eg bíðaði eina løtu avtrat, men einki, og bandi steðgaði at rulla uttan at eg
hevði fingið mítt kuffert, eg mátti so fara yvir til servisudiskin at siga frá
at mítt kuffert var ikki komið fram, maðurin innan fyri diskin kundi eftir eina
stutta telefonsamrøðu fortelja mær at kufferti far farið til lagring, tí tað helt
at tað skuldi beinleiðis til Zurich, tað hevði sum so ikki veri ein trupulleiki,
um ein posi við garnatálg til beiggja mín ikki lá í tí, eg máttii so bíða til
teir fingu fatur á kuffertinum, eg fekk at
vtia at tað var max ein hálvur tími, men tá ið ein tími var farin var enn
einki kuffert komið fram, so eg mátti yvir aftur at spyrja, hesuferð bleiv sagt
at tað fór at taka 15 min. Avtrat, og tíbetur passaði tað hesuferð, og eg fekk mítt
kuffert.
Eg fór so víðari og ætlaði mær at lata
bagaguna vera eftir í Kastrup, men so kom næsti trupulleiki, einki tómt
bagaguskáp, eg bíðaði og bíðaði og bíðaði, tá eg so hevði bíðað í hálvan annan
tíma fekk eg tíbetur tjekka bagaguna inn ístaðin og kundi nú fara at vitja
beiggja mín, nú var tíverri ikki so nógv tíð eftir, men eg fór allíkavæl ein
túr inn á Amager, fekk okkurt at eta og eitt gott prát, tíverri gav eg mær ov
góðar stundir, og fann knappliga útav at eg mátti skunda mær út á flogvøllin
aftur um eg ætlaði mær við flogfarinum, eg skuldi boarda kl 17.30 og eg var í
Kastrup við metroini kl 17.28, eg havi ongantíð runnið so skjótt ígjøgnum
Kastrup fyrr, tíbetur var bagagn tjekka inn, so eg hevði bara meg sjálva og
hondbagaguna at hugsa um, eg spurtaði yvir til security tjekk, og slappav
onkrari grund ígjøgnum express linjuna (konan sum arbeiddi har, hevur nokk sæð
hvussu eg spurtaði sum ein idiot ígjøgnum flogvøllin) og slapp skjótt ígjøgnum,
og so skundaði eg mær at finna gate b4, í tí eg kom inn í gongina við b gatunum
hoyrdi eg í hátalaranum at tey rópti mítt navn og navnið á einum manni sum
eisini skuldi við sama flogfarið, eitt sindur flovisligt má eg siga, men eg
slapp so inn í flogfarið í øllum góðum, men shit tað var ein strævin rennitúrur
ígjøgnum fullan flogvøll við massar av fólki, og tað var eisini super heitt tí
sólin hevði skinið í DK í allan dag, so tað var ekstra lekkurt at seta seg
niður við vindeyga í flogfarinum, og vita at nú var eg eitt fet nærri
Kandersteg.
Eg svav í ein tíma í flogfarinum, og annars
sat eg bara og nýtti tað ótrúligu útsikitina, tað var simpulten so gott veður
og so pent at hyggja út ígjøgnum vindeyga í flogfarinum.
Flogfarið var 15 min. Ov tíðliga í Zurich so
eg hevði góða tíð at fáa mína bagagu og keypa tokbillett, men eg má siga at
tokini í sweis eru ikki bara sum at siga tað at finna útav, eg stóð eina góða
løtu og hugdi forvirra runt, áðrenn ein maður bjóðaði seg til at hjálpa mær,
hann segði mær so hvørjum tokið eg skuldi við, og hvar eg skuldi skifta, eg var tó ikki heilt sikkur í hvat eg skuldi enn, so eg ringdi heim, og fekk beiggja
mín at hyggja inn á netið og siga mær hvat tok eg skuldi í, nær eg skuldi
skifta o.s.fr. so tað gekk alt, eg skifti so tok tríggjar ferðir, tað fyrsta
tokið var seinka, so eg hevði 1 minutt at finna tað næsta tokið og leypa
umborð, tað kláraði eg so, og fann mær eitt setur, eg sat ordliga gott, og har
vóru ógvuliga fá fólk, tá so tokkonduktørurin skuldi síggja mína billett
skeldaði hann meg út, tí at eg sat í fyrsta klassa, og hevði bara billett til
2. Klassa, so eg mátti so pent flyta meg.
Tá eg kom fram til Kandersteg vóru tvey fólk
frá sentrinun og heintaðu meg á tokstatiónini, eg sat spent á baksetrinum og
næstan skalv tá vit koyrdu innum portrið á skótasentrinum, hetta er mítt nýggja
heim í tríggjar mánar, wauw eg eri faktiskt her.....
Tríggjar aðrar gentur sum eg skal arbeiða
saman við vóru longu komnar tá eg kom til sentri, so vit deildu kamar og fingu
práta eitt sindur áðrenn vit løgdu okkum at sova.
Tað er undarligt hvussu man følir seg heima
saman við ørðum skótum tá man er skóti, eg kundi beinanvegin tvætla og flenna
saman við hesum gentunum sum komu úr ávikavist Argentina, Costa Rica og
Kiribati oyggjunum, og sum eg aldrin í mínum lívið hevði sæð fyrr, man følir at
man er partur av tí sama felagsskapinum, og kann automatiskt gerast vinur við
hesi fólkini uttan nakað hóvasták.
Tríggjir spennandi mánar eru byrjaðir.