tirsdag den 16. juli 2013

8 juni 2013


Morgunmatur var til kl 9.00 í morgun, eg vaknaði av vekkaranum kl 8.00 men legði meg aftur, og vaknaði so 8.50. mátti so skunda mær oman at eta morgunmat, morgunmaturin var ok, okkurt at leggja botnin við, men ikki so keðiligt sum eg hevði væntað.

Eftir morgunmatin fóru vit og skiftu kamar, frá tí stóra kamarinum sum vit høvdu veri fýra gentir í, til okkara nýggju trímannskømur sum vit skula búgva í restina av tíðini her.

Eg sá at eg skuli deila kamar við Aninna frá Finlandi og Zoe frá Austraulia, eg var fyrst inn á kamrið og valdi mær eina song, og pakkaði út, síðani setti eg meg at taka mær av búnanum, úlvamerki varð tikið av og skótaliljan seymað á, eisini mátti eg leggja búnan niður aftur, mamma hevði lagt hann upp, men tað var ov langt, so eg legði hann niður aftur. 

Vit høvu góða tíð eftirsum at vit ikki skulu nakað fyrrenn kl. 16.30.
So vit fóru útum at njóta sólina, tað var ekstremt gott veður í dag summi spældu borðtennis onnur tosaðu bara og sólaðu sær, vit hava mingla ótrúliga nógv í dag, og tað er heilt ringt at minnast øll nøvnini, eg sum plagi at vera góð til nøvn havi trupulleikar við at minnast hvussu fólk eita, men tað er komi meir og meir, og tað skal nok koma.

Aftaná hálvanannantíma ella so fór eg yvir í kamarið at slappa av, eri ógvuliga móð allatíð, bæði vegna ferðina, svøvnmangul, nógvan hita o.s.fr. eftir at eg hevði sitið eina løtu kom Aniinna, eg heilsaði uppá hana, og hon var ótrúliga løtt at tosa við, og virkar sum akkurát ein persónur sum eg kann finna útav tí saman við, seinni kom Zoe so, hon er eitt sindur verri at tosa við, men tað er helst tí at vit ikki hava so nógv at tosa um ella so, ella eg meini við at vit vita ikki hvat vit skula tosa um, fólk úr norðanlondum hava so nógv til felags.

Námen kl 16.30 skuldu øll møta í búna niðriundir. Eg eri tann einasta sum hevur grønan búna, næstan øll onnur hava beige farvaðan, nøkur fá hava bláan og onnur reyðan.

Vit blívu so bjóða vælkomin, og fingu eina basic rundvísing av sentrinum, síðani skuldu vit gera navnaskiltir og spæla icebreaking spøl, tað var skeg, og snedugt nok so var tað ógvuliga lætt og skeg, helst tí at vit øll eru skótar, og vita at vit skula vera saman í 3 mánar

Eftir tað høvdu vit flagg break, øll søgdu hey og sítt navn á teirra móðurmálið, og síðani bleiv flaggið heisað, ein skóti varð biðin at geva skótalyfti á sínum málið.

Eg havi tosað við ræðuliga nógv fólk í dag, summi meira enn onnur,fólk halda Føroyar vera so intresant, so tey hava altið okkurt at spyrja um,tað er verri hinvegin, eg dugi so illa at finna uppá spurningar til hini fólkini, serliga bretar og amerikanarar.



Ingen kommentarer:

Send en kommentar