tirsdag den 16. juli 2013

Sunnudagur 9-6-12

Ein deiligur dagur.
Eg orkaði illa upp, men eg náddi morgunmat og var til thougt for the day 5 min. Áðrenn tað byrjaði.
Thought for the day er hvonn morgun, oll starvsfólkini skula mota til tad, har verdur byrja vid einum tanka, tad kann vera ein sangur, eitt ordatak ella líknandi, sídani fáa vit at vita hvat hendur tann dagin, hvuss nógvir gestir checka inn og út og so framvegis. 

Vit vórðu deild í fýra bólkar. Okkara bólkur er heilt góður, fitt og stuttlig fólk, .

Dagurin gekk við ymsum training sessions, tað var alt rættliga áhugavert, men mega nógv info uppá ein dag.

Vit høvdu eina brannávaring session har vit skuldu klatra út ígjøgnum teir ymsu brandstigarnar í húsinum, tað var ordilga skeg og spennandi.


Eg havi veri super troytt í allan dag, tað er mega strævið at tosa enskt allan dag, og ikki kunna tosa føroyskt við nakran.
Havi hugsa eitt sindur um tad, nastan oll hava ein persón sum tey kunna tosa sítt mál vid, men eg havi ongan, tad er mega stravid, so tad er super lekkurt at skype er til, hugsi bara hvat fólk gjordu fyrr, uttan skype og sovordi. 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar