fredag den 2. august 2013

1 August

Í gjár 1. August var ein tann stórsti dagurin á skótasentrinum í ár.

1 august er nationaldagur í Sweis og tað er eisini føðingardagurin hjá skótarørðsluni, tað verður altíð gjørt nógv burturúr, og eftirsum at skótasentrið fylti 90 ár í ár, var enn meira gjørt burturúr.

Vit fóru upp kl 5.00 og fingu morgunmat, kl. 5.20 fóru vit herfrá, vit skuldu vera við Oeschinensee sum er eitt vatn upppiyvir bygdini,  áðrenn sólarris.

Eg hevði til uppgávu at standa á hikerutuni og siga fólki hvønn veg tey skuldu ganga, vit høvdu uml. 1200 gestir sum skuldu ganga niðan til Oescinensee sum er uml 2 tímar frá sentrinum.
uppi við vatnið fingu øll morgunmat ímeðan vit bíaðaðu inntil sólin kom upp.
kl 8.10 vóru øll samlaði við vatnið og sóðu sólina rísa saman, ímeðan vit øll góvu skótalyftið á okkara egna málið.

Eftir tað var alskyns virksemi niðri í bygdini, og kl 16.00 gingu øll skrúðgongu niðan til skótasentrið, vit gingu ígjøgnum alla bygdina og sungu og róptu.

síðani grillaðu vit til øll 1200 fólkini áðrenn vit endaðu dagin vit einum hátiðarhaldi.

vit høvdu fólk úr 34 ymsum londum, hátiðarhaldi endaði við at ein úr hvørjum landið tendraði ein fakkil og segði hey á sínum egna málið.


øll starvsfólkini arbeiddu frá kl 05.20 til 22.30 hendan dagin, so vit vóru væl og virðila útlúgvaði tá dagurin kom at enda, men vit fingu líka eitt yvirraskilsi.
SNICE dreingirnir sum vit kalla teir, t.e. teir sum guidea kava og ís virksemini, høvdu fingið til uppgávu at fyrireika eitt yvirraskilsi til okkum, vit blívu leidd inn í matarhøllina har teir høvdu pynta, og so fingu vit kaku og ís frá teimum :)

Hesin fyrsti august verður ein sum ikki verður gloymdur.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar