søndag den 28. juli 2013

Ólavssoka í Sweis

ok, eg má siga at heimlongsulin er byrjadur at sníkja seg inn á meg í dag, eg longist heim til Ólavssokuna, royni at troysta meg sjálva vid at hon verdur aftur nasta ár, men eg veit ikki eingongd um eg veri heima hesa tídina nasta ár so tad er eitt sindur ringt
Dagurin í dag byrjadi vid sunday meet up, oll sum hovdu hug kundu mota á ítróttarokinum, har vit so spaldu ymisk spol, eftir tad hovdu vit sunnudagsfund, har vit tosa um farnu vikuna, hvussu hevur gingist og so vídari eftir tad hevdi eg hálvan frídag, so eg havi havt nok av tíd til at vera á netinum, og longjast heim, eg royndi at lurta eftir kappródri á netinum, men fekk tad ikki at rigga, tíverri,  so eg mátti noydast vid at eta turran fisk, sum mamma hevur sent mar (takk mamma)  og lurta eftir Foroyskum tónleiki.

Tídin her, hevur gingid ótrúliga skjótt og eg havi sum so ikki longst heim, bara eitt sindur vidvíkjandi málinum, men annars ikki, men í dag havi eg faktiskt longst ordilig fyri fyrstu ferd. Ein undarlig kensla.

Tíbetur havi eg so nógv fitt og gód fólk rundan um meg her, at eg havi klárad meg ígjgonum dagin, eg kann eisini gledast um at tad er skjótt fyrsti august, fodingardagurin hjá skótarorsluni og nationaldagur í sweis, av tí at sentri fylti 90 ár í ár verdur eyka nógv gjort burturúr í ár, so tad verur ein genialur dagur :)

vónandi hava tit oll har heima eina góda ólavssoku, og hugna tykkum eyka nógv fyri meg eisini :)

Ingen kommentarer:

Send en kommentar