12-06-13
Í dag fóru vit á eina hike.
Vit ótu morgunmat kl 7.30 og møttu uttanfyri
kl 8.00 við ryggsekki við regnklaðum o.s.fr.
Vti skuldu so í holdum útfylla eitt routecard,
hvar vit fóru o.s.fr.
Og so fóru vit avstað, okkara lið fór fyrst
avstað
Skótasentrið er á uml 1200m, vit skuldu ganga
til eitt “cheesery” sum er uml 1700 m uppi. Meiningin við hikeini var at vísa
okkum hvussu vit skula guida eina hike, vit skuldu ganga rættiliga seint, veðrið
var ordiliga gott, so tað var ein deiligur túrur, á túrinum høvdu vit eisini
møguleika fyri at koma at kenna hvønn annan betur, vit tosaðu og sungu allan
vegin upp, og vit høvdu ein deiligan túr, náttúran her er simpulten so flott at
tað kann ikki forklárast við orðum, tað var fantasktiskt at síggja útsiktina
har uppi frá, og á vegnum upp.
Við endan av hikeini er ein fabrik har ostur
verður gjørdur ordiliga traditionelt, tað er ein gomul bóndakona sum eigur tað,
hon var tó ikki var farin niðan við kýrnum enn av tí at grasið ikki er blívi
nóg langt enn, men hon fer seinni, og vit sleppa sikkurt at fara niðan aftur og
síggja hvussu hon ger ostin, tað var ein fantastiskur túrur.
Tá vit komu aftur frá hikeini fóru øll
sjálvadni í brús, og eftir tað høvdu vit eina “training session” innanfyri
samskifti, tað snúði seg um hvussu fólk úr ymsum londum og mentanum samskifta
ymiskt, og hvat vit kunnu koma útfyri tá vit arbeiða við fólkum úr alari
verðini, øll vóru ordliga troytt og vit máttu skunda okkum, so vit fingu ikki so
nógv burturúr tí, men tað var gott tó.
Eftir tað fóru vit útum at grilla, vit fingu
lekrar búffar og pylsur, og veðrið var super at grilla í.
Eftir grilingina høvdu vit frí, so vit brúktu
eina løtu uppá at sita og tosa saman áðrenn vit fóru í song.
Hósdagur 13-06-13
Í dag byrjaðu vit við “Campsite”, har vit
lærdu um hvat tey sum arbeiða har gera, vit fingu eina rundvísing á teltøkinum,
og sóu allar vesibygningarnar, legubálsøkini og so víðari. Tað var áhugavert
og tað virkar ógvuliga skeg at arbeiða har, og tað er nok har man hevur mest
kontakt við gestinar.
Um døgurða tíð fingu vit restir frá grillingini í gjár.
Um døgurða tíð fingu vit restir frá grillingini í gjár.
Eftir døgurða tíð fóru vit innandura, vit
skuldu læra at checka fólk inn, altso vísa fólkum runt, vísa teimum til sítt
kamar, fortelja teimum hvat tey kunna og ikki.
Eftir tað, skuldu vit læra at arbeiða í
handlinum, at brúka kassa aaparatið og skanna vørur og so víðari.
Dagurin var ógvuliga læruríkur og spennandi.
Um kvøldið høvdu vit international evening,
har øll skuldu vísa okkurt frá sínum landið.
Á hvørjum borði var eitt flagg, tað mundi veri
ein trupulleiki, tí at eg hevði eitt flagg við, men tað varð hongt upp í dag
saman við øllum hinum fløggunum, um onkur úr einum nýggjum
landið kemur her , verður flaggið hjá teimum hongt upp, og tað hongur her
restina av árinum, tey leitaðu eftir einum førosykum flaggið avtrat, og til
endans funnu tey tvey fløgg, so nú eru trý førosyk fløgg í Kandersteg.
International evening var spennandi sum altíð,
og eg lærdi ting um onnur lond.
Fríggjadagur 14-06-13
Í morgun skuldu vit møta uttanfyri kl 7.30 tí
vit skuldu river rafting, so øll vóru øgiliga tíðliga upp fyri at fáa morgunmat
og gera seg kláran, vit tóku fyrst bus og so tok til ein annan bý rættiliga
tætt við Kandersteg, har er eitt felag sum eitur Swiss adventure sum KISC
arbeiðir nógv saman við, vit fóru við teimum á river rafting, tað var awesome
og øll blívu vát
Eftir tað høvdu vit ein hálvan dag frí til at
gera hvat vit vildu, eg og nøkur onnur fóru til ein bý tæt við sum eitur Spiez
har vit gingu runt eitt sindur og
hugnaðu okkum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar