tirsdag den 16. juli 2013

Týsdagur 11-06-13

Í dag var enn ein dagur við training sessions, vit byrjaðu við hiking har vit skuldu hava ein ryggsekk við tingum sum vit høvdu tikið við á eina hike, síðani fortaldu teir okkum hvat er gott at taka og ikki.
Síðani høvdu vit routeplanning, høvrja ferð onkur skal á hike, skal man útfylla eitt routeplaning card har tú skrivar hvussu nógv fólk fara, og hvar tey fara, o.s.fr.  har lærdu vit at útfylla tað.
So høvdu vit laundry, har vit lærdu hvussu alt gongur fyri seg í vaskarínum.
Og so customer service, har lærdu vit hvussu man tekur sær av fólki og tosar við fólk rætt.
Tað var rættiliga skeg, tí vit skuldu bólkast í par við tveimum, einum sum tosar enskt heima, og einum sum tosar eitt annað mál.
Og so fingu vit sum ikki tosað enskt vanligt ein trupulleika sum vit skuldu forklárað á okkara egna málið fyri ti enskttalandi persóninum, og tey skuldu so gita hvat vit royndu at forklárað.
Fyrst skuldu vit bara tosa, so sluppu vit at brúka kropssprog og so sluppu vit at tekna tað, eg og Zoe vóru saman, eg skuldi forklárað at mín bilur var punkteraður og eg hevði brúk fyri hjálp til tað.
Hon fataði tað tá eg slapp at brúka kropssprog og ljóð.
Eftir tað skuldu tey enskttalandi brúka accent og snakkað skjótt, og vit skuldu gita hvat tey søgdu.
Tað gekk eisini fínt, og tað var super skeg.
Og so var frokost.
So skuldu vit á eina stutta hike, tað var eisini rættilgia skeg, tí lts-arnir vístu okkum hvussu vit ikki skuldu gera, vit at vera for seint, renna undan, skelda okkum kasta skrell, og so víðari.

Eftir hikeina høvdu vit end of the day sum er ein evaluering av degnum. Og so døgurða.
Eftir døgurða skuldu vit øll møta yvri á ítróttarvøllinum, har blívu vit deild upp í fýra bólkar, og skuldu renna stafett, tað var mega skeg, og endaði við at øll blívu vát.


Ingen kommentarer:

Send en kommentar