Mánadagur
10-06-13
Í morgun blívu vit vakt kl. 6.00 av larmandi
LTS-arum við Grýtum og lokum, vit blívu biðin um at møta uttanfyri um 10 min,
og vit skuldu ikki busta tenn, í gjár hekk eitt pappaír uppi, har tað stóð at
vit skuldu pakka eina tasku við vandriskóm, tannbust og tannkrem, vatnfløsku,
kamera og regnklæðum, tað stóð á pappírinum at vit skuldu møta kl 8.00 men
suprise suprise.
So øll skundaðu sær upp og út við sínum
taskum, har skuldu vit so standa í einum rundingi og busta tenn hjá persóninum
til vinstru, tað var rættiligia skeg men totalt undarligt. Harfrá skuldu vit so
í liðum inn at lata okkum í grýluklæðir, og so fóru vit út á eina postarenning,
vit fingu eitt pappír við spurningum um hvør er hvør av LTS-arunum, og eitt
pappír við eini “photochallenge” vit
skuldu t.d taka mynd av øllum LTSarum sum vit sóu á høvdinum, trý av okkum
skuldu vera á hvørjari mynd, eian mynd av ljóskurvum o.s.fr.
Okkara lið er rættiliga skeg, tó at eg og
Andrew eru tey einastu sum snakka alltíðina so hava vit tað skeg, haldi ikki at
hini duga so øgiliga væl enskt, ella eru tey bara smæðin, í hvørt fall tosa tey
ikki serliga nógv.
Postarenningin leiddi okkum oman á tokstøðina,
har vit skuldu eta morgunmat, cool og so
víðari á eina aðra postarenning, her skuldu vit gera ymisk ting, sum t.d at fara
inn í ein handil og keypa ost,, alt handlaði um at læra bygdina at kenna.
Vit skuldu á einum posti mála okkara flagg í
andlitið, og so skuldu vit læta okkum í pappeskir, og bindast saman, so vit
máttu ganga sum eitt tok, vit gingu runt í bygdini og sóu út sum totalt svøk
fólk og gjørdu undarlig ting, men fólkini í bygdini vóru totalt chill og
ordiliga vinarlig, vit fingu so seinni at vita, at tey gera hetta í byrjanini
av hvørjari sesong, t.v.s fýra ferð um árið, so fólkini her eru ordiliga von
við tað.
Vit fóru so ein túr við fjallalyftini upp til
oeschinensee sum er, tað var mega flott og cool, men tað var eitt
sindur ringt at ganga skjótt har uppi, eg hevði í hvussu er eitt sindur trupult
við at anda vanligt á vegnum aftur, haldi tað er tí at luftin er so tunn har
uppi. Skótasentrid liggur 1200m uppi, og so vit eru longu hogt uppi, so tá vit fara túrar og hikeir fara vit enn longri upp.
tá vit komu oman aftur fóru vit til Les Aples sum er eitt bar, har fingu
vit sodavatn, og svarini til okkaa uppgávur,
eigarin av barrini bjóaði okkum, at um vit komu aftur um kvøldið, skuldu
vit fáa eina øl í part ókeypis ímillum kl 21.30 og 22.00.
vit fingu so til uppgávu at gera mat, okkara
lið skuldi gera mat uttan ber og ananas, vit skuldu gera til okkum og 7
LTSarar, t.v.s vit fóru at vera 13 fólk, vit valdu at gera tomatsuppu til
forræt, kalkunsnitsel til høvuðrætt og pannukøkur við banan og nutella til
desert, tað gekk super, sjálvt um tað var sera trongt at vera 6 fólk inni í
einum lítlum køki, men vit kláraðu tað, maturin smakkaði super væl, og vit vóru
imponeraði av okkum sjálvum.
eftir døgurða vaskaðu vit upp, og høvdu so
frí.
Næstan øll valdu at fara oman í barrina, sum
er 10 min. Til gongu frá skótasentrinum.
Tað var skeg og hugnaligt, og fólk tosaðu
eitt sindur meira enn vanligt, nøkur fóru niðan aftur um 23. Tíðina men endaðu
uppi í staffroom og sótu har intil kl.2. eg og nøkur fá onnur sótu tó á barrini
til kl . 1 og fóru so niðan at sova, eg sovnað ordiliga skjótt og svav super
gott.
LTS eru long term staff, altso fólk sum arbeida her yvir eitt longri tídarskeid.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar