fredag den 2. august 2013

1 August

Í gjár 1. August var ein tann stórsti dagurin á skótasentrinum í ár.

1 august er nationaldagur í Sweis og tað er eisini føðingardagurin hjá skótarørðsluni, tað verður altíð gjørt nógv burturúr, og eftirsum at skótasentrið fylti 90 ár í ár, var enn meira gjørt burturúr.

Vit fóru upp kl 5.00 og fingu morgunmat, kl. 5.20 fóru vit herfrá, vit skuldu vera við Oeschinensee sum er eitt vatn upppiyvir bygdini,  áðrenn sólarris.

Eg hevði til uppgávu at standa á hikerutuni og siga fólki hvønn veg tey skuldu ganga, vit høvdu uml. 1200 gestir sum skuldu ganga niðan til Oescinensee sum er uml 2 tímar frá sentrinum.
uppi við vatnið fingu øll morgunmat ímeðan vit bíaðaðu inntil sólin kom upp.
kl 8.10 vóru øll samlaði við vatnið og sóðu sólina rísa saman, ímeðan vit øll góvu skótalyftið á okkara egna málið.

Eftir tað var alskyns virksemi niðri í bygdini, og kl 16.00 gingu øll skrúðgongu niðan til skótasentrið, vit gingu ígjøgnum alla bygdina og sungu og róptu.

síðani grillaðu vit til øll 1200 fólkini áðrenn vit endaðu dagin vit einum hátiðarhaldi.

vit høvdu fólk úr 34 ymsum londum, hátiðarhaldi endaði við at ein úr hvørjum landið tendraði ein fakkil og segði hey á sínum egna málið.


øll starvsfólkini arbeiddu frá kl 05.20 til 22.30 hendan dagin, so vit vóru væl og virðila útlúgvaði tá dagurin kom at enda, men vit fingu líka eitt yvirraskilsi.
SNICE dreingirnir sum vit kalla teir, t.e. teir sum guidea kava og ís virksemini, høvdu fingið til uppgávu at fyrireika eitt yvirraskilsi til okkum, vit blívu leidd inn í matarhøllina har teir høvdu pynta, og so fingu vit kaku og ís frá teimum :)

Hesin fyrsti august verður ein sum ikki verður gloymdur.

søndag den 28. juli 2013

Ólavssoka í Sweis

ok, eg má siga at heimlongsulin er byrjadur at sníkja seg inn á meg í dag, eg longist heim til Ólavssokuna, royni at troysta meg sjálva vid at hon verdur aftur nasta ár, men eg veit ikki eingongd um eg veri heima hesa tídina nasta ár so tad er eitt sindur ringt
Dagurin í dag byrjadi vid sunday meet up, oll sum hovdu hug kundu mota á ítróttarokinum, har vit so spaldu ymisk spol, eftir tad hovdu vit sunnudagsfund, har vit tosa um farnu vikuna, hvussu hevur gingist og so vídari eftir tad hevdi eg hálvan frídag, so eg havi havt nok av tíd til at vera á netinum, og longjast heim, eg royndi at lurta eftir kappródri á netinum, men fekk tad ikki at rigga, tíverri,  so eg mátti noydast vid at eta turran fisk, sum mamma hevur sent mar (takk mamma)  og lurta eftir Foroyskum tónleiki.

Tídin her, hevur gingid ótrúliga skjótt og eg havi sum so ikki longst heim, bara eitt sindur vidvíkjandi málinum, men annars ikki, men í dag havi eg faktiskt longst ordilig fyri fyrstu ferd. Ein undarlig kensla.

Tíbetur havi eg so nógv fitt og gód fólk rundan um meg her, at eg havi klárad meg ígjgonum dagin, eg kann eisini gledast um at tad er skjótt fyrsti august, fodingardagurin hjá skótarorsluni og nationaldagur í sweis, av tí at sentri fylti 90 ár í ár verdur eyka nógv gjort burturúr í ár, so tad verur ein genialur dagur :)

vónandi hava tit oll har heima eina góda ólavssoku, og hugna tykkum eyka nógv fyri meg eisini :)

tirsdag den 16. juli 2013

12-06-13

Í dag fóru vit á eina hike.
Vit ótu morgunmat kl 7.30 og møttu uttanfyri kl 8.00 við ryggsekki við regnklaðum o.s.fr.
Vti skuldu so í holdum útfylla eitt routecard, hvar vit fóru o.s.fr.
Og so fóru vit avstað, okkara lið fór fyrst avstað
Skótasentrið er á uml 1200m, vit skuldu ganga til eitt “cheesery” sum er uml 1700 m uppi. Meiningin við hikeini var at vísa okkum hvussu vit skula guida eina hike, vit skuldu ganga rættiliga seint, veðrið var ordiliga gott, so tað var ein deiligur túrur, á túrinum høvdu vit eisini møguleika fyri at koma at kenna hvønn annan betur, vit tosaðu og sungu allan vegin upp, og vit høvdu ein deiligan túr, náttúran her er simpulten so flott at tað kann ikki forklárast við orðum, tað var fantasktiskt at síggja útsiktina har uppi frá, og á vegnum upp.
Við endan av hikeini er ein fabrik har ostur verður gjørdur ordiliga traditionelt, tað er ein gomul bóndakona sum eigur tað, hon var tó ikki var farin niðan við kýrnum enn av tí at grasið ikki er blívi nóg langt enn, men hon fer seinni, og vit sleppa sikkurt at fara niðan aftur og síggja hvussu hon ger ostin, tað var ein fantastiskur túrur.

Tá vit komu aftur frá hikeini fóru øll sjálvadni í brús, og eftir tað høvdu vit eina “training session” innanfyri samskifti, tað snúði seg um hvussu fólk úr ymsum londum og mentanum samskifta ymiskt, og hvat vit kunnu koma útfyri tá vit arbeiða við fólkum úr alari verðini, øll vóru ordliga troytt og vit máttu skunda okkum, so vit fingu ikki so nógv burturúr tí, men tað var gott tó.
Eftir tað fóru vit útum at grilla, vit fingu lekrar búffar og pylsur, og veðrið var super at grilla í.
Eftir grilingina høvdu vit frí, so vit brúktu eina løtu uppá at sita og tosa saman áðrenn vit fóru í song.


Hósdagur 13-06-13

Í dag byrjaðu vit við “Campsite”, har vit lærdu um hvat tey sum arbeiða har gera, vit fingu eina rundvísing á teltøkinum, og sóu allar vesibygningarnar, legubálsøkini og so víðari. Tað var áhugavert og tað virkar ógvuliga skeg at arbeiða har, og tað er nok har man hevur mest kontakt við gestinar. 
Um døgurða tíð fingu vit restir frá grillingini í gjár.
Eftir døgurða tíð fóru vit innandura, vit skuldu læra at checka fólk inn, altso vísa fólkum runt, vísa teimum til sítt kamar, fortelja teimum hvat tey kunna og ikki.
Eftir tað, skuldu vit læra at arbeiða í handlinum, at brúka kassa aaparatið og skanna vørur og so víðari.
Dagurin var ógvuliga læruríkur og spennandi.
Um kvøldið høvdu vit international evening, har øll skuldu vísa okkurt frá sínum landið.
Á hvørjum borði var eitt flagg, tað mundi veri ein trupulleiki, tí at eg hevði eitt flagg við, men tað varð hongt upp í dag saman við øllum hinum fløggunum, um onkur úr einum nýggjum landið kemur her , verður flaggið hjá teimum hongt upp, og tað hongur her restina av árinum, tey leitaðu eftir einum førosykum flaggið avtrat, og til endans funnu tey tvey fløgg, so nú eru trý førosyk fløgg í Kandersteg.  
International evening var spennandi sum altíð, og eg lærdi ting um onnur lond.

Fríggjadagur 14-06-13
Í morgun skuldu vit møta uttanfyri kl 7.30 tí vit skuldu river rafting, so øll vóru øgiliga tíðliga upp fyri at fáa morgunmat og gera seg kláran, vit tóku fyrst bus og so tok til ein annan bý rættiliga tætt við Kandersteg, har er eitt felag sum eitur Swiss adventure sum KISC arbeiðir nógv saman við, vit fóru við teimum á river rafting, tað var awesome og øll blívu vát 
Eftir tað høvdu vit ein hálvan dag frí til at gera hvat vit vildu, eg og nøkur onnur fóru til ein bý tæt við sum eitur Spiez har vit gingu runt eitt sindur  og hugnaðu okkum.



Týsdagur 11-06-13

Í dag var enn ein dagur við training sessions, vit byrjaðu við hiking har vit skuldu hava ein ryggsekk við tingum sum vit høvdu tikið við á eina hike, síðani fortaldu teir okkum hvat er gott at taka og ikki.
Síðani høvdu vit routeplanning, høvrja ferð onkur skal á hike, skal man útfylla eitt routeplaning card har tú skrivar hvussu nógv fólk fara, og hvar tey fara, o.s.fr.  har lærdu vit at útfylla tað.
So høvdu vit laundry, har vit lærdu hvussu alt gongur fyri seg í vaskarínum.
Og so customer service, har lærdu vit hvussu man tekur sær av fólki og tosar við fólk rætt.
Tað var rættiliga skeg, tí vit skuldu bólkast í par við tveimum, einum sum tosar enskt heima, og einum sum tosar eitt annað mál.
Og so fingu vit sum ikki tosað enskt vanligt ein trupulleika sum vit skuldu forklárað á okkara egna málið fyri ti enskttalandi persóninum, og tey skuldu so gita hvat vit royndu at forklárað.
Fyrst skuldu vit bara tosa, so sluppu vit at brúka kropssprog og so sluppu vit at tekna tað, eg og Zoe vóru saman, eg skuldi forklárað at mín bilur var punkteraður og eg hevði brúk fyri hjálp til tað.
Hon fataði tað tá eg slapp at brúka kropssprog og ljóð.
Eftir tað skuldu tey enskttalandi brúka accent og snakkað skjótt, og vit skuldu gita hvat tey søgdu.
Tað gekk eisini fínt, og tað var super skeg.
Og so var frokost.
So skuldu vit á eina stutta hike, tað var eisini rættilgia skeg, tí lts-arnir vístu okkum hvussu vit ikki skuldu gera, vit at vera for seint, renna undan, skelda okkum kasta skrell, og so víðari.

Eftir hikeina høvdu vit end of the day sum er ein evaluering av degnum. Og so døgurða.
Eftir døgurða skuldu vit øll møta yvri á ítróttarvøllinum, har blívu vit deild upp í fýra bólkar, og skuldu renna stafett, tað var mega skeg, og endaði við at øll blívu vát.


Mánadagur 10-06-13
Í morgun blívu vit vakt kl. 6.00 av larmandi LTS-arum við Grýtum og lokum, vit blívu biðin um at møta uttanfyri um 10 min, og vit skuldu ikki busta tenn, í gjár hekk eitt pappaír uppi, har tað stóð at vit skuldu pakka eina tasku við vandriskóm, tannbust og tannkrem, vatnfløsku, kamera og regnklæðum, tað stóð á pappírinum at vit skuldu møta kl 8.00 men suprise suprise.  
So øll skundaðu sær upp og út við sínum taskum, har skuldu vit so standa í einum rundingi og busta tenn hjá persóninum til vinstru, tað var rættiligia skeg men totalt undarligt. Harfrá skuldu vit so í liðum inn at lata okkum í grýluklæðir, og so fóru vit út á eina postarenning, vit fingu eitt pappír við spurningum um hvør er hvør av LTS-arunum, og eitt pappír við eini “photochallenge”  vit skuldu t.d taka mynd av øllum LTSarum sum vit sóu á høvdinum, trý av okkum skuldu vera á hvørjari mynd, eian mynd av ljóskurvum o.s.fr.
Okkara lið er rættiliga skeg, tó at eg og Andrew eru tey einastu sum snakka alltíðina so hava vit tað skeg, haldi ikki at hini duga so øgiliga væl enskt, ella eru tey bara smæðin, í hvørt fall tosa tey ikki serliga nógv.
Postarenningin leiddi okkum oman á tokstøðina, har vit skuldu eta morgunmat, cool og so víðari á eina aðra postarenning, her skuldu vit gera ymisk ting, sum t.d at fara inn í ein handil og keypa ost,, alt handlaði um at læra bygdina at kenna.
Vit skuldu á einum posti mála okkara flagg í andlitið, og so skuldu vit læta okkum í pappeskir, og bindast saman, so vit máttu ganga sum eitt tok, vit gingu runt í bygdini og sóu út sum totalt svøk fólk og gjørdu undarlig ting, men fólkini í bygdini vóru totalt chill og ordiliga vinarlig, vit fingu so seinni at vita, at tey gera hetta í byrjanini av hvørjari sesong, t.v.s fýra ferð um árið, so fólkini her eru ordiliga von við tað.
Vit fóru so ein túr við fjallalyftini upp til oeschinensee sum er, tað var mega flott og cool, men tað var eitt sindur ringt at ganga skjótt har uppi, eg hevði í hvussu er eitt sindur trupult við at anda vanligt á vegnum aftur, haldi tað er tí at luftin er so tunn har uppi. Skótasentrid liggur 1200m uppi, og so vit eru longu hogt uppi, so tá vit fara túrar og hikeir fara vit enn longri upp.
tá vit komu oman aftur fóru  vit til Les Aples sum er eitt bar, har fingu vit sodavatn, og svarini til okkaa uppgávur,  eigarin av barrini bjóaði okkum, at um vit komu aftur um kvøldið, skuldu vit fáa eina øl í part ókeypis ímillum kl 21.30 og 22.00.
vit fingu so til uppgávu at gera mat, okkara lið skuldi gera mat uttan ber og ananas, vit skuldu gera til okkum og 7 LTSarar, t.v.s vit fóru at vera 13 fólk, vit valdu at gera tomatsuppu til forræt, kalkunsnitsel til høvuðrætt og pannukøkur við banan og nutella til desert, tað gekk super, sjálvt um tað var sera trongt at vera 6 fólk inni í einum lítlum køki, men vit kláraðu tað, maturin smakkaði super væl, og vit vóru imponeraði av okkum sjálvum.
eftir døgurða vaskaðu vit upp, og høvdu so frí.
Næstan øll valdu at fara oman í barrina, sum er 10 min. Til gongu frá skótasentrinum.
Tað var skeg og hugnaligt, og fólk tosaðu eitt sindur meira enn vanligt, nøkur fóru niðan aftur um 23. Tíðina men endaðu uppi í staffroom og sótu har intil kl.2. eg og nøkur fá onnur sótu tó á barrini til kl . 1 og fóru so niðan at sova, eg sovnað ordiliga skjótt og svav super gott.

LTS  eru long term staff,  altso fólk sum arbeida her yvir eitt longri tídarskeid.
Sunnudagur 9-6-12

Ein deiligur dagur.
Eg orkaði illa upp, men eg náddi morgunmat og var til thougt for the day 5 min. Áðrenn tað byrjaði.
Thought for the day er hvonn morgun, oll starvsfólkini skula mota til tad, har verdur byrja vid einum tanka, tad kann vera ein sangur, eitt ordatak ella líknandi, sídani fáa vit at vita hvat hendur tann dagin, hvuss nógvir gestir checka inn og út og so framvegis. 

Vit vórðu deild í fýra bólkar. Okkara bólkur er heilt góður, fitt og stuttlig fólk, .

Dagurin gekk við ymsum training sessions, tað var alt rættliga áhugavert, men mega nógv info uppá ein dag.

Vit høvdu eina brannávaring session har vit skuldu klatra út ígjøgnum teir ymsu brandstigarnar í húsinum, tað var ordilga skeg og spennandi.


Eg havi veri super troytt í allan dag, tað er mega strævið at tosa enskt allan dag, og ikki kunna tosa føroyskt við nakran.
Havi hugsa eitt sindur um tad, nastan oll hava ein persón sum tey kunna tosa sítt mál vid, men eg havi ongan, tad er mega stravid, so tad er super lekkurt at skype er til, hugsi bara hvat fólk gjordu fyrr, uttan skype og sovordi. 
8 juni 2013


Morgunmatur var til kl 9.00 í morgun, eg vaknaði av vekkaranum kl 8.00 men legði meg aftur, og vaknaði so 8.50. mátti so skunda mær oman at eta morgunmat, morgunmaturin var ok, okkurt at leggja botnin við, men ikki so keðiligt sum eg hevði væntað.

Eftir morgunmatin fóru vit og skiftu kamar, frá tí stóra kamarinum sum vit høvdu veri fýra gentir í, til okkara nýggju trímannskømur sum vit skula búgva í restina av tíðini her.

Eg sá at eg skuli deila kamar við Aninna frá Finlandi og Zoe frá Austraulia, eg var fyrst inn á kamrið og valdi mær eina song, og pakkaði út, síðani setti eg meg at taka mær av búnanum, úlvamerki varð tikið av og skótaliljan seymað á, eisini mátti eg leggja búnan niður aftur, mamma hevði lagt hann upp, men tað var ov langt, so eg legði hann niður aftur. 

Vit høvu góða tíð eftirsum at vit ikki skulu nakað fyrrenn kl. 16.30.
So vit fóru útum at njóta sólina, tað var ekstremt gott veður í dag summi spældu borðtennis onnur tosaðu bara og sólaðu sær, vit hava mingla ótrúliga nógv í dag, og tað er heilt ringt at minnast øll nøvnini, eg sum plagi at vera góð til nøvn havi trupulleikar við at minnast hvussu fólk eita, men tað er komi meir og meir, og tað skal nok koma.

Aftaná hálvanannantíma ella so fór eg yvir í kamarið at slappa av, eri ógvuliga móð allatíð, bæði vegna ferðina, svøvnmangul, nógvan hita o.s.fr. eftir at eg hevði sitið eina løtu kom Aniinna, eg heilsaði uppá hana, og hon var ótrúliga løtt at tosa við, og virkar sum akkurát ein persónur sum eg kann finna útav tí saman við, seinni kom Zoe so, hon er eitt sindur verri at tosa við, men tað er helst tí at vit ikki hava so nógv at tosa um ella so, ella eg meini við at vit vita ikki hvat vit skula tosa um, fólk úr norðanlondum hava so nógv til felags.

Námen kl 16.30 skuldu øll møta í búna niðriundir. Eg eri tann einasta sum hevur grønan búna, næstan øll onnur hava beige farvaðan, nøkur fá hava bláan og onnur reyðan.

Vit blívu so bjóða vælkomin, og fingu eina basic rundvísing av sentrinum, síðani skuldu vit gera navnaskiltir og spæla icebreaking spøl, tað var skeg, og snedugt nok so var tað ógvuliga lætt og skeg, helst tí at vit øll eru skótar, og vita at vit skula vera saman í 3 mánar

Eftir tað høvdu vit flagg break, øll søgdu hey og sítt navn á teirra móðurmálið, og síðani bleiv flaggið heisað, ein skóti varð biðin at geva skótalyfti á sínum málið.

Eg havi tosað við ræðuliga nógv fólk í dag, summi meira enn onnur,fólk halda Føroyar vera so intresant, so tey hava altið okkurt at spyrja um,tað er verri hinvegin, eg dugi so illa at finna uppá spurningar til hini fólkini, serliga bretar og amerikanarar.