Í gjár 1. August var ein tann stórsti dagurin á skótasentrinum í ár.
1 august er nationaldagur í Sweis og tað er eisini føðingardagurin hjá skótarørðsluni, tað verður altíð gjørt nógv burturúr, og eftirsum at skótasentrið fylti 90 ár í ár, var enn meira gjørt burturúr.
Vit fóru upp kl 5.00 og fingu morgunmat, kl. 5.20 fóru vit herfrá, vit skuldu vera við Oeschinensee sum er eitt vatn upppiyvir bygdini, áðrenn sólarris.
Eg hevði til uppgávu at standa á hikerutuni og siga fólki hvønn veg tey skuldu ganga, vit høvdu uml. 1200 gestir sum skuldu ganga niðan til Oescinensee sum er uml 2 tímar frá sentrinum.
uppi við vatnið fingu øll morgunmat ímeðan vit bíaðaðu inntil sólin kom upp.
kl 8.10 vóru øll samlaði við vatnið og sóðu sólina rísa saman, ímeðan vit øll góvu skótalyftið á okkara egna málið.
Eftir tað var alskyns virksemi niðri í bygdini, og kl 16.00 gingu øll skrúðgongu niðan til skótasentrið, vit gingu ígjøgnum alla bygdina og sungu og róptu.
síðani grillaðu vit til øll 1200 fólkini áðrenn vit endaðu dagin vit einum hátiðarhaldi.
vit høvdu fólk úr 34 ymsum londum, hátiðarhaldi endaði við at ein úr hvørjum landið tendraði ein fakkil og segði hey á sínum egna málið.
øll starvsfólkini arbeiddu frá kl 05.20 til 22.30 hendan dagin, so vit vóru væl og virðila útlúgvaði tá dagurin kom at enda, men vit fingu líka eitt yvirraskilsi.
SNICE dreingirnir sum vit kalla teir, t.e. teir sum guidea kava og ís virksemini, høvdu fingið til uppgávu at fyrireika eitt yvirraskilsi til okkum, vit blívu leidd inn í matarhøllina har teir høvdu pynta, og so fingu vit kaku og ís frá teimum :)
Hesin fyrsti august verður ein sum ikki verður gloymdur.
fredag den 2. august 2013
søndag den 28. juli 2013
Ólavssoka í Sweis
ok, eg má siga at heimlongsulin er byrjadur at sníkja seg inn á meg í dag, eg longist heim til Ólavssokuna, royni at troysta meg sjálva vid at hon verdur aftur nasta ár, men eg veit ikki eingongd um eg veri heima hesa tídina nasta ár so tad er eitt sindur ringt
Dagurin í dag byrjadi vid sunday meet up, oll sum hovdu hug kundu mota á ítróttarokinum, har vit so spaldu ymisk spol, eftir tad hovdu vit sunnudagsfund, har vit tosa um farnu vikuna, hvussu hevur gingist og so vídari eftir tad hevdi eg hálvan frídag, so eg havi havt nok av tíd til at vera á netinum, og longjast heim, eg royndi at lurta eftir kappródri á netinum, men fekk tad ikki at rigga, tíverri, so eg mátti noydast vid at eta turran fisk, sum mamma hevur sent mar (takk mamma) og lurta eftir Foroyskum tónleiki.
Tídin her, hevur gingid ótrúliga skjótt og eg havi sum so ikki longst heim, bara eitt sindur vidvíkjandi málinum, men annars ikki, men í dag havi eg faktiskt longst ordilig fyri fyrstu ferd. Ein undarlig kensla.
Tíbetur havi eg so nógv fitt og gód fólk rundan um meg her, at eg havi klárad meg ígjgonum dagin, eg kann eisini gledast um at tad er skjótt fyrsti august, fodingardagurin hjá skótarorsluni og nationaldagur í sweis, av tí at sentri fylti 90 ár í ár verdur eyka nógv gjort burturúr í ár, so tad verur ein genialur dagur :)
vónandi hava tit oll har heima eina góda ólavssoku, og hugna tykkum eyka nógv fyri meg eisini :)
Dagurin í dag byrjadi vid sunday meet up, oll sum hovdu hug kundu mota á ítróttarokinum, har vit so spaldu ymisk spol, eftir tad hovdu vit sunnudagsfund, har vit tosa um farnu vikuna, hvussu hevur gingist og so vídari eftir tad hevdi eg hálvan frídag, so eg havi havt nok av tíd til at vera á netinum, og longjast heim, eg royndi at lurta eftir kappródri á netinum, men fekk tad ikki at rigga, tíverri, so eg mátti noydast vid at eta turran fisk, sum mamma hevur sent mar (takk mamma) og lurta eftir Foroyskum tónleiki.
Tídin her, hevur gingid ótrúliga skjótt og eg havi sum so ikki longst heim, bara eitt sindur vidvíkjandi málinum, men annars ikki, men í dag havi eg faktiskt longst ordilig fyri fyrstu ferd. Ein undarlig kensla.
Tíbetur havi eg so nógv fitt og gód fólk rundan um meg her, at eg havi klárad meg ígjgonum dagin, eg kann eisini gledast um at tad er skjótt fyrsti august, fodingardagurin hjá skótarorsluni og nationaldagur í sweis, av tí at sentri fylti 90 ár í ár verdur eyka nógv gjort burturúr í ár, so tad verur ein genialur dagur :)
vónandi hava tit oll har heima eina góda ólavssoku, og hugna tykkum eyka nógv fyri meg eisini :)
tirsdag den 16. juli 2013
12-06-13
Í dag fóru vit á eina hike.
Vit ótu morgunmat kl 7.30 og møttu uttanfyri
kl 8.00 við ryggsekki við regnklaðum o.s.fr.
Vti skuldu so í holdum útfylla eitt routecard,
hvar vit fóru o.s.fr.
Og so fóru vit avstað, okkara lið fór fyrst
avstað
Skótasentrið er á uml 1200m, vit skuldu ganga
til eitt “cheesery” sum er uml 1700 m uppi. Meiningin við hikeini var at vísa
okkum hvussu vit skula guida eina hike, vit skuldu ganga rættiliga seint, veðrið
var ordiliga gott, so tað var ein deiligur túrur, á túrinum høvdu vit eisini
møguleika fyri at koma at kenna hvønn annan betur, vit tosaðu og sungu allan
vegin upp, og vit høvdu ein deiligan túr, náttúran her er simpulten so flott at
tað kann ikki forklárast við orðum, tað var fantasktiskt at síggja útsiktina
har uppi frá, og á vegnum upp.
Við endan av hikeini er ein fabrik har ostur
verður gjørdur ordiliga traditionelt, tað er ein gomul bóndakona sum eigur tað,
hon var tó ikki var farin niðan við kýrnum enn av tí at grasið ikki er blívi
nóg langt enn, men hon fer seinni, og vit sleppa sikkurt at fara niðan aftur og
síggja hvussu hon ger ostin, tað var ein fantastiskur túrur.
Tá vit komu aftur frá hikeini fóru øll
sjálvadni í brús, og eftir tað høvdu vit eina “training session” innanfyri
samskifti, tað snúði seg um hvussu fólk úr ymsum londum og mentanum samskifta
ymiskt, og hvat vit kunnu koma útfyri tá vit arbeiða við fólkum úr alari
verðini, øll vóru ordliga troytt og vit máttu skunda okkum, so vit fingu ikki so
nógv burturúr tí, men tað var gott tó.
Eftir tað fóru vit útum at grilla, vit fingu
lekrar búffar og pylsur, og veðrið var super at grilla í.
Eftir grilingina høvdu vit frí, so vit brúktu
eina løtu uppá at sita og tosa saman áðrenn vit fóru í song.
Hósdagur 13-06-13
Í dag byrjaðu vit við “Campsite”, har vit
lærdu um hvat tey sum arbeiða har gera, vit fingu eina rundvísing á teltøkinum,
og sóu allar vesibygningarnar, legubálsøkini og so víðari. Tað var áhugavert
og tað virkar ógvuliga skeg at arbeiða har, og tað er nok har man hevur mest
kontakt við gestinar.
Um døgurða tíð fingu vit restir frá grillingini í gjár.
Um døgurða tíð fingu vit restir frá grillingini í gjár.
Eftir døgurða tíð fóru vit innandura, vit
skuldu læra at checka fólk inn, altso vísa fólkum runt, vísa teimum til sítt
kamar, fortelja teimum hvat tey kunna og ikki.
Eftir tað, skuldu vit læra at arbeiða í
handlinum, at brúka kassa aaparatið og skanna vørur og so víðari.
Dagurin var ógvuliga læruríkur og spennandi.
Um kvøldið høvdu vit international evening,
har øll skuldu vísa okkurt frá sínum landið.
Á hvørjum borði var eitt flagg, tað mundi veri
ein trupulleiki, tí at eg hevði eitt flagg við, men tað varð hongt upp í dag
saman við øllum hinum fløggunum, um onkur úr einum nýggjum
landið kemur her , verður flaggið hjá teimum hongt upp, og tað hongur her
restina av árinum, tey leitaðu eftir einum førosykum flaggið avtrat, og til
endans funnu tey tvey fløgg, so nú eru trý førosyk fløgg í Kandersteg.
International evening var spennandi sum altíð,
og eg lærdi ting um onnur lond.
Fríggjadagur 14-06-13
Í morgun skuldu vit møta uttanfyri kl 7.30 tí
vit skuldu river rafting, so øll vóru øgiliga tíðliga upp fyri at fáa morgunmat
og gera seg kláran, vit tóku fyrst bus og so tok til ein annan bý rættiliga
tætt við Kandersteg, har er eitt felag sum eitur Swiss adventure sum KISC
arbeiðir nógv saman við, vit fóru við teimum á river rafting, tað var awesome
og øll blívu vát
Eftir tað høvdu vit ein hálvan dag frí til at
gera hvat vit vildu, eg og nøkur onnur fóru til ein bý tæt við sum eitur Spiez
har vit gingu runt eitt sindur og
hugnaðu okkum.
Týsdagur 11-06-13
Í dag var enn ein dagur við training sessions,
vit byrjaðu við hiking har vit skuldu hava ein ryggsekk við tingum sum vit
høvdu tikið við á eina hike, síðani fortaldu teir okkum hvat er gott at taka og
ikki.
Síðani høvdu vit routeplanning, høvrja ferð
onkur skal á hike, skal man útfylla eitt routeplaning card har tú skrivar
hvussu nógv fólk fara, og hvar tey fara, o.s.fr. har lærdu vit at útfylla tað.
So høvdu vit laundry, har vit lærdu hvussu alt
gongur fyri seg í vaskarínum.
Og so customer service, har lærdu vit hvussu
man tekur sær av fólki og tosar við fólk rætt.
Tað var rættiliga skeg, tí vit skuldu bólkast
í par við tveimum, einum sum tosar enskt heima, og einum sum tosar eitt annað
mál.
Og so fingu vit sum ikki tosað enskt vanligt
ein trupulleika sum vit skuldu forklárað á okkara egna málið fyri ti
enskttalandi persóninum, og tey skuldu so gita hvat vit royndu at forklárað.
Fyrst skuldu vit bara tosa, so sluppu vit at
brúka kropssprog og so sluppu vit at tekna tað, eg og Zoe vóru saman, eg skuldi
forklárað at mín bilur var punkteraður og eg hevði brúk fyri hjálp til tað.
Hon fataði tað tá eg slapp at brúka kropssprog og ljóð.
Eftir tað skuldu tey enskttalandi brúka accent
og snakkað skjótt, og vit skuldu gita hvat tey søgdu.
Tað gekk eisini fínt, og tað var super skeg.
Og so var frokost.
So skuldu vit á eina
stutta hike, tað var eisini rættilgia skeg, tí lts-arnir vístu okkum hvussu vit
ikki skuldu gera, vit at vera for seint, renna undan, skelda okkum kasta
skrell, og so víðari.
Eftir hikeina høvdu
vit end of the day sum er ein evaluering av degnum. Og so døgurða.
Eftir døgurða skuldu
vit øll møta yvri á ítróttarvøllinum, har blívu vit deild upp í fýra bólkar,
og skuldu renna stafett, tað var mega skeg, og endaði við at øll blívu vát.
Mánadagur
10-06-13
Í morgun blívu vit vakt kl. 6.00 av larmandi
LTS-arum við Grýtum og lokum, vit blívu biðin um at møta uttanfyri um 10 min,
og vit skuldu ikki busta tenn, í gjár hekk eitt pappaír uppi, har tað stóð at
vit skuldu pakka eina tasku við vandriskóm, tannbust og tannkrem, vatnfløsku,
kamera og regnklæðum, tað stóð á pappírinum at vit skuldu møta kl 8.00 men
suprise suprise.
So øll skundaðu sær upp og út við sínum
taskum, har skuldu vit so standa í einum rundingi og busta tenn hjá persóninum
til vinstru, tað var rættiligia skeg men totalt undarligt. Harfrá skuldu vit so
í liðum inn at lata okkum í grýluklæðir, og so fóru vit út á eina postarenning,
vit fingu eitt pappír við spurningum um hvør er hvør av LTS-arunum, og eitt
pappír við eini “photochallenge” vit
skuldu t.d taka mynd av øllum LTSarum sum vit sóu á høvdinum, trý av okkum
skuldu vera á hvørjari mynd, eian mynd av ljóskurvum o.s.fr.
Okkara lið er rættiliga skeg, tó at eg og
Andrew eru tey einastu sum snakka alltíðina so hava vit tað skeg, haldi ikki at
hini duga so øgiliga væl enskt, ella eru tey bara smæðin, í hvørt fall tosa tey
ikki serliga nógv.
Postarenningin leiddi okkum oman á tokstøðina,
har vit skuldu eta morgunmat, cool og so
víðari á eina aðra postarenning, her skuldu vit gera ymisk ting, sum t.d at fara
inn í ein handil og keypa ost,, alt handlaði um at læra bygdina at kenna.
Vit skuldu á einum posti mála okkara flagg í
andlitið, og so skuldu vit læta okkum í pappeskir, og bindast saman, so vit
máttu ganga sum eitt tok, vit gingu runt í bygdini og sóu út sum totalt svøk
fólk og gjørdu undarlig ting, men fólkini í bygdini vóru totalt chill og
ordiliga vinarlig, vit fingu so seinni at vita, at tey gera hetta í byrjanini
av hvørjari sesong, t.v.s fýra ferð um árið, so fólkini her eru ordiliga von
við tað.
Vit fóru so ein túr við fjallalyftini upp til
oeschinensee sum er, tað var mega flott og cool, men tað var eitt
sindur ringt at ganga skjótt har uppi, eg hevði í hvussu er eitt sindur trupult
við at anda vanligt á vegnum aftur, haldi tað er tí at luftin er so tunn har
uppi. Skótasentrid liggur 1200m uppi, og so vit eru longu hogt uppi, so tá vit fara túrar og hikeir fara vit enn longri upp.
tá vit komu oman aftur fóru vit til Les Aples sum er eitt bar, har fingu
vit sodavatn, og svarini til okkaa uppgávur,
eigarin av barrini bjóaði okkum, at um vit komu aftur um kvøldið, skuldu
vit fáa eina øl í part ókeypis ímillum kl 21.30 og 22.00.
vit fingu so til uppgávu at gera mat, okkara
lið skuldi gera mat uttan ber og ananas, vit skuldu gera til okkum og 7
LTSarar, t.v.s vit fóru at vera 13 fólk, vit valdu at gera tomatsuppu til
forræt, kalkunsnitsel til høvuðrætt og pannukøkur við banan og nutella til
desert, tað gekk super, sjálvt um tað var sera trongt at vera 6 fólk inni í
einum lítlum køki, men vit kláraðu tað, maturin smakkaði super væl, og vit vóru
imponeraði av okkum sjálvum.
eftir døgurða vaskaðu vit upp, og høvdu so
frí.
Næstan øll valdu at fara oman í barrina, sum
er 10 min. Til gongu frá skótasentrinum.
Tað var skeg og hugnaligt, og fólk tosaðu
eitt sindur meira enn vanligt, nøkur fóru niðan aftur um 23. Tíðina men endaðu
uppi í staffroom og sótu har intil kl.2. eg og nøkur fá onnur sótu tó á barrini
til kl . 1 og fóru so niðan at sova, eg sovnað ordiliga skjótt og svav super
gott.
LTS eru long term staff, altso fólk sum arbeida her yvir eitt longri tídarskeid.
Sunnudagur 9-6-12
Ein deiligur dagur.
Eg orkaði illa upp, men eg náddi morgunmat og
var til thougt for the day 5 min. Áðrenn tað byrjaði.
Thought for the day er hvonn morgun, oll starvsfólkini skula mota til tad, har verdur byrja vid einum tanka, tad kann vera ein sangur, eitt ordatak ella líknandi, sídani fáa vit at vita hvat hendur tann dagin, hvuss nógvir gestir checka inn og út og so framvegis.
Thought for the day er hvonn morgun, oll starvsfólkini skula mota til tad, har verdur byrja vid einum tanka, tad kann vera ein sangur, eitt ordatak ella líknandi, sídani fáa vit at vita hvat hendur tann dagin, hvuss nógvir gestir checka inn og út og so framvegis.
Vit vórðu deild í fýra bólkar. Okkara bólkur
er heilt góður, fitt og stuttlig fólk, .
Dagurin gekk við ymsum training sessions, tað
var alt rættliga áhugavert, men mega nógv info uppá ein dag.
Vit høvdu eina brannávaring session har vit
skuldu klatra út ígjøgnum teir ymsu brandstigarnar í húsinum, tað var ordilga
skeg og spennandi.
Eg havi veri super troytt í allan dag, tað er
mega strævið at tosa enskt allan dag, og ikki kunna tosa føroyskt við nakran.
Havi hugsa eitt sindur um tad, nastan oll hava ein persón sum tey kunna tosa sítt mál vid, men eg havi ongan, tad er mega stravid, so tad er super lekkurt at skype er til, hugsi bara hvat fólk gjordu fyrr, uttan skype og sovordi.
Havi hugsa eitt sindur um tad, nastan oll hava ein persón sum tey kunna tosa sítt mál vid, men eg havi ongan, tad er mega stravid, so tad er super lekkurt at skype er til, hugsi bara hvat fólk gjordu fyrr, uttan skype og sovordi.
8 juni 2013
Morgunmatur var til kl 9.00 í morgun, eg
vaknaði av vekkaranum kl 8.00 men legði meg aftur, og vaknaði so 8.50. mátti so
skunda mær oman at eta morgunmat, morgunmaturin var ok, okkurt at leggja botnin
við, men ikki so keðiligt sum eg hevði væntað.
Eftir morgunmatin fóru vit og skiftu kamar,
frá tí stóra kamarinum sum vit høvdu veri fýra gentir í, til okkara nýggju
trímannskømur sum vit skula búgva í restina av tíðini her.
Eg sá at eg skuli deila kamar við Aninna frá
Finlandi og Zoe frá Austraulia, eg var fyrst inn á kamrið og valdi mær eina
song, og pakkaði út, síðani setti eg meg at taka mær av búnanum, úlvamerki varð
tikið av og skótaliljan seymað á, eisini mátti eg leggja búnan niður aftur,
mamma hevði lagt hann upp, men tað var ov langt, so eg legði hann niður aftur.
Vit høvu góða tíð eftirsum at vit ikki skulu
nakað fyrrenn kl. 16.30.
So vit fóru útum at njóta sólina, tað var
ekstremt gott veður í dag summi spældu borðtennis onnur tosaðu bara og sólaðu
sær, vit hava mingla ótrúliga nógv í dag, og tað er heilt ringt at minnast øll
nøvnini, eg sum plagi at vera góð til nøvn havi trupulleikar við at minnast
hvussu fólk eita, men tað er komi meir og meir, og tað skal nok koma.
Aftaná hálvanannantíma ella so fór eg yvir í
kamarið at slappa av, eri ógvuliga móð allatíð, bæði vegna ferðina, svøvnmangul,
nógvan hita o.s.fr. eftir at eg hevði sitið eina løtu kom Aniinna, eg heilsaði
uppá hana, og hon var ótrúliga løtt at tosa við, og virkar sum akkurát ein
persónur sum eg kann finna útav tí saman við, seinni kom Zoe so, hon er eitt
sindur verri at tosa við, men tað er helst tí at vit ikki hava so nógv at tosa
um ella so, ella eg meini við at vit vita ikki hvat vit skula tosa um, fólk úr
norðanlondum hava so nógv til felags.
Námen kl 16.30 skuldu øll møta í búna
niðriundir. Eg eri tann einasta sum hevur grønan búna, næstan øll onnur hava
beige farvaðan, nøkur fá hava bláan og onnur reyðan.
Vit blívu so bjóða vælkomin, og fingu eina
basic rundvísing av sentrinum, síðani skuldu vit gera navnaskiltir og spæla
icebreaking spøl, tað var skeg, og snedugt nok so var tað ógvuliga lætt og skeg,
helst tí at vit øll eru skótar, og vita at vit skula vera saman í 3 mánar
Eftir tað høvdu vit flagg break, øll søgdu hey
og sítt navn á teirra móðurmálið, og síðani bleiv flaggið heisað, ein skóti
varð biðin at geva skótalyfti á sínum málið.
Eg havi tosað við ræðuliga nógv fólk í dag,
summi meira enn onnur,fólk halda Føroyar vera so intresant, so tey hava altið
okkurt at spyrja um,tað er verri hinvegin, eg dugi so illa at finna uppá
spurningar til hini fólkini, serliga bretar og amerikanarar.
torsdag den 11. juli 2013
ævintyrid byrjar.
Fríggjadagur
7-6-13
Í morgun var dagurin har eg endiliga fór
avstað til Kandersteg, dagurin eg havi bíða eftir í tríggjar mánar nú.
Eg føldi meg slett ikki klára at fara í gjár,
og eg svav í tríggjar tímar í nátt, men eg var super spent í morgun, og tað eri
eg enn.
Eg fór so á flogvøllin, hevði sjálvandi
yvirvekt, men tað hevði eg vænta áðrenn.
Eg hevði 5 tímar í Kastrup, og hevði avgjørt
at fara at vitja beiggja mín sum býr á Amager, eg fór glað eftir bagaguni hjá
mær, ryggsekkurin kom rímiliga skjótt, men kuffertið var onga staðni at síggja,
eg bíðaði eina løtu avtrat, men einki, og bandi steðgaði at rulla uttan at eg
hevði fingið mítt kuffert, eg mátti so fara yvir til servisudiskin at siga frá
at mítt kuffert var ikki komið fram, maðurin innan fyri diskin kundi eftir eina
stutta telefonsamrøðu fortelja mær at kufferti far farið til lagring, tí tað helt
at tað skuldi beinleiðis til Zurich, tað hevði sum so ikki veri ein trupulleiki,
um ein posi við garnatálg til beiggja mín ikki lá í tí, eg máttii so bíða til
teir fingu fatur á kuffertinum, eg fekk at
vtia at tað var max ein hálvur tími, men tá ið ein tími var farin var enn
einki kuffert komið fram, so eg mátti yvir aftur at spyrja, hesuferð bleiv sagt
at tað fór at taka 15 min. Avtrat, og tíbetur passaði tað hesuferð, og eg fekk mítt
kuffert.
Eg fór so víðari og ætlaði mær at lata
bagaguna vera eftir í Kastrup, men so kom næsti trupulleiki, einki tómt
bagaguskáp, eg bíðaði og bíðaði og bíðaði, tá eg so hevði bíðað í hálvan annan
tíma fekk eg tíbetur tjekka bagaguna inn ístaðin og kundi nú fara at vitja
beiggja mín, nú var tíverri ikki so nógv tíð eftir, men eg fór allíkavæl ein
túr inn á Amager, fekk okkurt at eta og eitt gott prát, tíverri gav eg mær ov
góðar stundir, og fann knappliga útav at eg mátti skunda mær út á flogvøllin
aftur um eg ætlaði mær við flogfarinum, eg skuldi boarda kl 17.30 og eg var í
Kastrup við metroini kl 17.28, eg havi ongantíð runnið so skjótt ígjøgnum
Kastrup fyrr, tíbetur var bagagn tjekka inn, so eg hevði bara meg sjálva og
hondbagaguna at hugsa um, eg spurtaði yvir til security tjekk, og slappav
onkrari grund ígjøgnum express linjuna (konan sum arbeiddi har, hevur nokk sæð
hvussu eg spurtaði sum ein idiot ígjøgnum flogvøllin) og slapp skjótt ígjøgnum,
og so skundaði eg mær at finna gate b4, í tí eg kom inn í gongina við b gatunum
hoyrdi eg í hátalaranum at tey rópti mítt navn og navnið á einum manni sum
eisini skuldi við sama flogfarið, eitt sindur flovisligt má eg siga, men eg
slapp so inn í flogfarið í øllum góðum, men shit tað var ein strævin rennitúrur
ígjøgnum fullan flogvøll við massar av fólki, og tað var eisini super heitt tí
sólin hevði skinið í DK í allan dag, so tað var ekstra lekkurt at seta seg
niður við vindeyga í flogfarinum, og vita at nú var eg eitt fet nærri
Kandersteg.
Eg svav í ein tíma í flogfarinum, og annars
sat eg bara og nýtti tað ótrúligu útsikitina, tað var simpulten so gott veður
og so pent at hyggja út ígjøgnum vindeyga í flogfarinum.
Flogfarið var 15 min. Ov tíðliga í Zurich so
eg hevði góða tíð at fáa mína bagagu og keypa tokbillett, men eg má siga at
tokini í sweis eru ikki bara sum at siga tað at finna útav, eg stóð eina góða
løtu og hugdi forvirra runt, áðrenn ein maður bjóðaði seg til at hjálpa mær,
hann segði mær so hvørjum tokið eg skuldi við, og hvar eg skuldi skifta, eg var tó ikki heilt sikkur í hvat eg skuldi enn, so eg ringdi heim, og fekk beiggja
mín at hyggja inn á netið og siga mær hvat tok eg skuldi í, nær eg skuldi
skifta o.s.fr. so tað gekk alt, eg skifti so tok tríggjar ferðir, tað fyrsta
tokið var seinka, so eg hevði 1 minutt at finna tað næsta tokið og leypa
umborð, tað kláraði eg so, og fann mær eitt setur, eg sat ordliga gott, og har
vóru ógvuliga fá fólk, tá so tokkonduktørurin skuldi síggja mína billett
skeldaði hann meg út, tí at eg sat í fyrsta klassa, og hevði bara billett til
2. Klassa, so eg mátti so pent flyta meg.
Tá eg kom fram til Kandersteg vóru tvey fólk
frá sentrinun og heintaðu meg á tokstatiónini, eg sat spent á baksetrinum og
næstan skalv tá vit koyrdu innum portrið á skótasentrinum, hetta er mítt nýggja
heim í tríggjar mánar, wauw eg eri faktiskt her.....
Tríggjar aðrar gentur sum eg skal arbeiða
saman við vóru longu komnar tá eg kom til sentri, so vit deildu kamar og fingu
práta eitt sindur áðrenn vit løgdu okkum at sova.
Tað er undarligt hvussu man følir seg heima
saman við ørðum skótum tá man er skóti, eg kundi beinanvegin tvætla og flenna
saman við hesum gentunum sum komu úr ávikavist Argentina, Costa Rica og
Kiribati oyggjunum, og sum eg aldrin í mínum lívið hevði sæð fyrr, man følir at
man er partur av tí sama felagsskapinum, og kann automatiskt gerast vinur við
hesi fólkini uttan nakað hóvasták.
Tríggjir spennandi mánar eru byrjaðir.
Abonner på:
Kommentarer (Atom)